Flogfrakt

Okkara høvuðsøkið innan flutning liggur í flogfraktini, vit hava serkunnleikan og veita tær eina tænastu, sum setir teg hægst. Vælvitandi at flogfrakt í flestum førum er flutningur, ið er undir tíðspressi, eru vit til allar komu og fráferðir á Flogvøllinum í Vágunum FAE.

Tað eru fráferðir hvønn dag, fleiri ferðir um dagin og hetta tryggjar eina javna og skjóta tænastu, ið kemur kundanum til góðar.

Við tað, at EUR Express heldur til beint við flogvøllin ber til hjá okkum at fáa vøruna beinanvegin, tí vit eru til staðar við nærum hvørja komu og fráferð. Sostatt fær tú tað skjótastu og mest fullkomnu flutningsloysnina frá okkum.

Seinkingar

Veðurlagið í Føroyum er kent fyri at vera svikaligt til tíðir og kann hetta spæla inn á flogfrakt, men eru seinkingar ella aðrir trupulleikar seta vit okkum ta treyt at vit samskifta við okkara viðskiftakundum fyri at tryggja teimum bestu tænastuna.

Komu og fráferðir

Niðanfyri er leinkja til heimasíðuna hjá Vága Floghavn FAE, har til ber til at síggja komu og fráferðir.

Vága Floghavn FAE

Ivamál?

Eru ivamál ella spurningar í samband við flogfrakt, so ring til okkum! Vit hjálpa tær fegin við at fáa alt til hølvdar og tryggja tær eina skjóta og góða tænastu.