Tollavgreiðsla

Vøra, sum er komin til Føroyar, skal sambært galdandi tollreglum tollavgreiðast, áðrenn hon kann útflýggjast.

Vit bjóða okkum at tollavgreiða vøruna fyri kundan. Tá kundin hevur goldið fyri MVG og møguliga frakt, koyra vit vøruna út.

Um kundin ynskir at tollavgreiða vøruna sjálvur, er hettar møguligt. Tá senda vit tey neyðugu skjølini til kundan, sum síðani setur seg í samband við tollstovuna. Tá vit hava móttikið útflýggjanarloyvið frá Taks koyra vit vøruna út.

Eisini kunnu vit fáa til vega EUR.1-cerfikat til vøru, ið er framleidd í EU, og hevur eitt virði yvir € 6.000.

Tolllógin

Í samband við tollavgreiðslu er hent at kunna seg um galdandi tolllóg. Niðanfyri er leinkja til tolllógina í Føroyum.

Tolllógin (TAKS)

Ivamál?

Eru ivamál ella spurningar í samband við tollavgreiðslu, so ring til okkum! Vit hjálpa tær fegin við at fáa alt til hølvdar og tryggja tær eina skjóta og góða tollavgreiðslu.