Kunning um dátuvernd
Hjá Sp/f EUR Express viðgera vit persónsupplýsingar um teg, tá ið tú vendir tær til okkara sum kundi, veitari, starvsfólk ella sum umsøkjari til eitt starv. Vit viðgera tínar persónsupplýsingar, fyri at vit kunnu halda tær avtalur, vit gera við teg sum kunda, veitara ella starvsfólk hjá okkum.
Í nøkrum førum viðgera vit persónsupplýsingar eftir áheitan frá tær. Hetta kunnu vera persónsupplýsingar, sum eru neyðugar at fáa, áðrenn avtala kann verða gjørd, til dømis í sambandi við starvssetan.
Hvat er ein persónsupplýsing?
Ein persónsupplýsing er ein og hvør upplýsing, sum er knýtt at ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni, til dømis navn, bústaður, føðingardagur, teldupostadressa o.a.
Hvat er viðgerð?
At “viðgera” persónsupplýsingar er at nýta persónsupplýsingar.
Tað kann til dømis vera at skráseta, goyma ella at lata persónsupplýsingar víðari, men tað kann eisini vera ein sameining av hesum viðgerðarháttum.
Øll nýtsla av persónsupplýsingum verður nevnd “viðgerð”.
Ábyrgd
Sp/f EUR Express hevur ábyrgdina av teimum persónsupplýsingum, sum vit viðgera, og vit hava eisini ta ábyrgd at tryggja, at tínar persónsupplýsingar verða lógliga viðgjørdir sambært dátuverndarlógini, tað er løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum.
Heimildin fyri okkara viðgerð av persónsupplýsingum
Heimildin er §8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini, tað vil siga, at viðgerðin er neyðug fyri at halda eina avtalu, sum tú ert partur í, ella fyri at gera tað, sum eftir áheitan frá tær er neyðugt, áðrenn avtalan verður gjørd.
Heimildargrundarlagið kann eisini í summum førum vera samtykki sambært §8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini. Tað er, um tú hevur givið eitt nágreiniligt og kunnað samtykki til eina viðgerð.
Viðgerð av persónsupplýsingum:
Vit viðgerða persónsupplýsingar við hesum endamáli:
Kundasamskifti:
Fyri at veita tær ta tænastu, tú umbiður, og fyri at gera og halda avtalur við teg, til dømis at levera eina vøru, og at samskifta við teg í hesum sambandi
Veitarasamskifti:
Fyri at røkja samstarv og at halda avtalur
Starvsumsóknir og starvsfólkaviðurskifti:
Fyri at røkja starvssetanarviðurskifti hjá tær, ella fyri at viðgera tína starvsumsókn
Annað samskifti
Tá tú ert kundi hjá okkum hava vit tørv á at viðgera eitt nú hesar persónsupplýsingar:
Navn
Bústaður
Teldupostadressa
Telefonnummar
Upplýsing um kontunummar
Hvaðani fáa vit tínar persónsupplýsingar?
Frá tær sjálvum, ella frá tí persóni ella myndugleika, sum tú gevur okkum títt samtykki at savna persónsupplýsingar frá.
Lata vit tínar persónsupplýsingar víðari til onnur?
Sp/f Eur Express kann, um tað er neyðugt til tess at halda eina avtalu við teg, ella um tú gevur okkum títt samtykki, lata tínar persónsupplýsingar víðari til t.d. bankar, flutningsfyritøkur ella almennar myndugleikar.
Strikan av tínum persónsupplýsingum
Vit goyma persónsupplýsingar, so leingi tað er viðkomandi at goyma tær, tað vil siga, til endamálið við viðgerðini er rokkið. Fakturar og bókhaldsskjøl hava vit sambært §13 í bókhaldslógini skyldu til at goyma í 5 ár frá endanum av tí roknskaparári, sum skjølini viðvíkja.
Kundaupplýsingar annars verða strikaðar í seinasta lagi, tá 5 ár eru farin síðan kundasamstarvið og samskiftið er endað.
Tá ið tað ikki longur er viðkomandi at viðgera persónsupplýsingarnar, verða tær strikaðar.
Serligt um starvsfólk og starvsumsóknir
Upplýsingar um okkara starvsfólk verða strikaðar í seinasta lagi 5 ár eftir, at starvsfólkið er farið úr starvi. Tá ið vit móttaka eina starvsumsókn og fylgiskjøl, viðgera vit tínar persónsupplýsingar við tí endamáli at meta um og velja út rætta starvsfólki. Umsókn og fylgiskjøl verða viðgjørd við tí endamáli at meta um umsóknina, og at svara tær. Okkara heimild til viðgerðina av umsóknini er §8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini, við tað, at viðgerðin er neyðug til tess at gera tað neyðuga, áðrenn ein avtala kann verða inngingin.
Hesar persónsupplýsingar verða bert viðgjørdar av teimum, sum eru við í viðgerðini av tínari umsókn, og starvsfólkini hjá Sp/f EUR Express hava tagnarskyldu.
Tá ið talan er um sjálvbodnar umsóknir, og einki starv er tøkt, verður antin noktandi svar sent beinanvegin og umsóknin strikað, ella verða umsókn og fylgiskjøl goymd í mesta lagi 6 mánaðir. Um umsókn og fylgiskjøl verða goymd í meiri enn 6 mánaðir, skal biðjast um eitt nýtt samtykki frá umsøkjaranum.
Hvør hevur atgongd til tínar persónsupplýsingar?
Einans tey starvsfólk sum, til tess at røkja sítt starv hjá Sp/f EUR Express, hava fyri neyðini at viðgera tínar persónsupplýsingar, hava atgongd til tær.
Viðgerðartrygd
Vit hava gjørt nøktandi tøknilig, bygnaðarlig og fyriskipanarlig tiltøk fyri, at tínar persónsupplýsingar ikki av tilvild ella ólógliga verða almannakunngjørdar, burturmistar, strikaðar, at nakar óviðkomandi fær hendur á teimum, ella at persónsupplýsingarnar annars verða viðgjørdar í stríð við dátuverndarlógina. Vit sum dátuábyrgdari tryggja, at viðgerðin bert fer fram, tá ið allar reglur um nøktandi trygd í samband við viðgerð av persónsupplýsingum verða fylgdar.
Tíni rættindi
Rætt til innlit
Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar persónsupplýsingar Sp/f EUR Express hevur um teg.
Rætt til at taka samtykki aftur
Um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á eitt samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at taka samtykkið aftur. Um tú gert tað, steðga vit viðgerðini av teimum persónsupplýsingum, sum var grundað á samtykkið.
Rætt til striking
Sp/f EUR Express skal strika persónsupplýsingar, tá tað ikki longur er neyðugt at varðveita tær. Tað vil siga, tá endamálið við viðgerðini er rokkið. Tú kanst tá heita á Sp/f EUR Express um at strika tínar persónsupplýsingar.
Rætt til viðgerðaravmarking
Vit kunnu bert viðgera tær persónsupplýsingar um teg, sum eru neyðugar til tess at røkka endamálinum við viðgerðini, og tú kanst krevja, at viðgerðin av tínum persónsupplýsingum verður avmarkað tilsvarandi.
Rætt til dátuflutning
Tú hevur rætt til at fáa persónsupplýsingar, sum tú sjálv/sjálvur hevur givið okkum, útflýggjaðar í struktureraðum vanliga brúktum talgildum sniði, og hevur rætt til at flyta hesar persónsupplýsingar til ein annan dátuábyrgdara.
Rætt til mótmæli
Tú kanst átala, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast at vera heimilað, skulu persónsupplýsingar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu persónsupplýsingarnar møguliga framvegis verða viðgjørdar til onnur lóglig endamál, til dømis fyri at gera galdandi og/ella fyri at sanna rættarkrav.
Rætt til at kæra til Dátueftirlitið
Tú kanst kæra til Dátueftirlitið, Sigmundargøta 13, 100 Tórshavn, ella á teldupostbústaðinum dat@dat.fo
Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkum:
Sp/f EUR Express
Á Hálsi 23
FO-380 Sørvágur
Tel. +298 35 34 00
cargo@eur.fo
Seinast dagført: 13. nov. 2024